- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sosialdemokratarnir vilja hava Ulf Kristersson at leggja frá sær

Sosialdemokratiski flokkurin í Svøríki krevur, at Ulf Kristersson, forsætisráðharri, leggur frá sær, um endaliga valúrslitið verður soleiðis, sum tað sær út nú, áðrenn tær seinastu atkvøðurnar eru taldar.
Fyribilsúrslitini vísa tepran sigur til reyðgrønu flokkarnar, millum annað Sosialdemokratarnar, við 176 sessum móti 173 til tey konservativu.
Floksskrivarin hjá Sosialdemokratunum, Tobias Baudin, heldur, at Ulf Kristersson skal leggja frá sær uttan himpr, um hetta úrslitið stendur við, og at hann beinanvegin skal boða forkvinnuni hjá svensku sosialdemokratunum, Magdalenu Andersson, frá hesum.
Men floksskrivarin heldur, at alt tosið hjá Ulf Kristersson um, at har er ein ikki-sosialistiskur meiriluti og royndirnar hjá honum at fáa okkurt í lag saman við Center-flokkinum, bera boð um, at hann roynir at tvíhalda um valdið.
Men sum skilst, fer Kristersson ikki at boða frá, um hann leggur frá sær ella ikki, fyrr enn endaliga úrslitið er greitt.
























