Norröna grøn í Seyðisfirði

Norröna grøn í Seyðisfirði
Í síðstu viku fekk Norrøna fyri fyrstu ferð landstreym, tá ið hon legði at í Seyðisfirði í Íslandi. Tað er ein føroysk fyritøka, ið hevur gjørt teknisku loysnirnar
15.09.2026 - 19:28

Hósdagin í síðstu viku var fyri fyrstu ferð landstreymur settur til Norrönu. Og tað riggaði væl.

Við átakinum sparir Norröna sjey til átta tons av olju um vikuna, umframt at talan er um væl minni CO2 útlát.

Tað er Múlaþing kommuna, har Seyðisfjørður liggur, og streymorkufelagið, sum hevur fingið streymin til Seyðisfjarðar, og so er tað føroyska fyritøkan El-Talvuvirkið í Gøtu, Etv, sum hevur fingið tað tekniska at rigga umborð á Norrönu.

Etv hevur samstarva við eina íslendska fyritøku, sum hevur gjørt tann partin av landstreyminum, sum er í havnini í Seydisfirði.

- Tað er fyrstu ferð, at skip hava fingið landstreym í Seyðisfirði, sigur Eyðun Hansen, stjóri í Etv.

 

Um eitt ár

Norröna hevur nú teknisku útgerðina umborð til eisini at kobla í til landstreym, tá ið skipið leggur at aðrastaðni. Men í Havn skulu fleiri ting gerast, áðrenn bindast kann í til landstreym.

Sev skal veita leiðing oman á bryggjuna.

Tá ið Smyril Line flytur í nýggja bygningin á havnalagnum seinni í heyst er ætlanin at taka núverandi bygningin niður, og har skal so byggjast ein transformatorstøð, sum eisini skal nýtast til landstreym. 

- Tað fer at ganga minst eitt ár, til Norröna kann brúka landstreym í Havn, sigur Heðin Mortensen, formaður í Havnanevndini í Havn.

Tað er ein kostnaðarmikil íløga hjá Tórshavnar Havn at fáa landstreymin at rigga til Norrönu og onnur skip í tí støddini. 

Um 10 til 15 milliónir krónur

 

100 milliónir til stór ferðamannaskip

Skulu stór ferðamannaskip eisini fáa landstreym, kostar tað nógv meira.

Tey størstu brúka á leið eins nógvan streym, sum ein triðingur av øllum Føroyum brúka.

Tað fer at kosta 100 milliónir ella meira, sigur Heðin Mortensen. 

 

Landstreymur á Vestaru bryggju 

Meðan bíðað verður eftir landstreymi á Eystaru bryggju, fáa skipini, sum leggja at á Vestara bryggju, landstreym í næstum.

Etv er í gong at gera tríggjar talvur til tað. 

Tað fer at rigga um tveir mánaðir, sigur Heðin Mortensen.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040