Løgmaður: Í lagi at spyrja advokat uttan fyri fyrisitingina

Løgmaður: Í lagi at spyrja advokat uttan fyri fyrisitingina
Beinir Johannesen hevur svarað fyrispurningi frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu
Beinir Johannesen, løgmaður, sigur, at í hesum førinum er ikki talan um eyðsýnt lógarbrot.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.09.2026 - 08:09

Tað var í lagi, at Jacob Vestergaard spurdi advokat uttan fyri fyrisitingina, um tað var rætt at geva Búnaðarstovuni tænastuboð.

Fyrisitingin segði, at tað var ikki í lagi.

Advokaturin segði, at tað var í lagi at geva tænastuboð.

Beinir Johannesen, løgmaður, hevur svarað Liljuni Weihe, løgtingskvinnu, um skylduna hjá løgmanni at hava eftirlit við landsstýrisfólkunum.

Liljan Weihe spurdi, um løgmaður heldur tað vera í lagi, at landsstýrismaðurin alment boðar frá, at hann er til reiðar at geva somu tænastuboð aftur, hóast fyrisitingin eftir neyva viðgerð hevur mett tey at vera óheimilað. 

Løgfrøðingar eru ymiskir á máli, um Jacob Vestergaard hevði nóg góða heimild at geva tænastuboðini. 

 


Jacob Vestergaard, landsstýrismaður. 

 

Landsstýrisfólk hava evsta vald

Landsstýrisfólk hava evsta vald og eisini evstu ábyrgd á málsøkjum, sum løgmaður letur teimum at sita fyri, sigur Beinir Johannesen.

Landsstýrisfólkið ger tí av, hvørji løgfrøðilig ráð, tað brúkar.

Løgmanseftirlitið við landsstýrisfólki er yvirskipað, sigur løgmaður.

Í hesum førinum er ikki talan um eyðsýnt lógarbrot, sigur Beinir Johannesen.

Landsstýrisfólkið ivast í tulkingini hjá fyrisitingini og spyr advokat, sum ikki er samdur við fyrisitingini og metir, at tænastuboðini eru heimilað. 

Leggur løgmaður seg út í hesa meting, er hann í roynd og veru kærumyndugleiki fyri øllum  avgerðum hjá  landsstýrisfólkum.

Og tað er ikki ætlanin við stýrisskipanarlógini, sigur løgmaður.

Les alt svarið her.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609