- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lærarar: Førleikamenning í vitlíki kemur væl við
Lærarar: Førleikamenning í vitlíki kemur væl við
Høgni Lamhauge og Sharon Sivertsen, sum undirvísa í hádeild í Skúlanum við Løkin, taka væl undir við hesum, tí í løtuni er eingin skipað førleikamenning

Skúlin við Løkin.
18.09.2026 - 14:37
Tað fer at koma væl við at fáa skipaða førleikamenning til undirvísarar í vitlíki, soleiðis sum nýggja vitlíkisstrategiin leggur upp til.
Tað siga tveir lærarar í Skúlanum við Løkin í Runavík.
Í nýggju vitlíkisstrategiini fyri føroyska undirvísingargeiran, sum varð løgd fram í gjár, er førleikamenning eitt av teimum fýra høvuðsátøkunum, sum skulu setast í verk.
Høgni Lamhauge og Sharon Sivertsen, sum undirvísa í hádeild í Skúlanum við Løkin, taka væl undir við hesum, tí eingin skipað førleikamenning í vitlíki er til lærarar.
Bæði brúka vitlíki í undirvísingini og í fyrireikingini.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
18092026_Vitliki
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























