Heilsutrygd vil ikki flyta partafelagi pengar

Heilsutrygd vil ikki flyta partafelagi pengar
Ósemja er millum kommunulækna og Heilsutrygd, um læknar kunnu reka kommunulæknavirksemi í partafelagi
Í desember 2019 segði Heilsumálaráðið, at Heilsutrygd bara hevur heimild til at avrokna við kommunulæknar sjálvar, ikki við til dømis partafelag. (Savnsmynd)
 
22.09.2026 - 07:54

Heilsutrygd vil ikki flyta einum partafelagi pengar, sum kommunulæknar eiga til góðar.

Í mars stóðu 2,4 mió.kr. í kreditorskipanini hjá Gjaldstovuni.

Tær eru fyri veitingar hjá kommunulækna frá mai 2024 til mars 2026.

Orsøkin til, at pengarnir ikki eru fluttir, er ósemja millum kommunulækna og Heilsutrygd, um læknar kunnu reka kommunulæknavirksemi í partafelagi. Og um tað almenna kann avrokna til kommunulæknar umvegis partafelag. 

 

Vísa til dómar

Heilsutrygd vísir til dómar frá 1991.

Í desember 2019 segði Heilsumálaráðið, at Heilsutrygd bara hevur heimild til at avrokna við kommunulæknar sjálvar, ikki við til dømis partafelag.  

Eftir at Heilsutrygd fleiri ferðir, uttan úrslit, heitti á kommunulæknan um at greiða málið, avgjørdi  stovnurin í apríl at flyta peningin á privatu lønarkontuna hjá læknanum, sigur Landsgrannskoðanin í ársfrágreiðing sínari fyru 2025.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329