- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA fær størri hernaðarligar heimildir í Grønlandi

Grønland, Danmark og USA hava í dag, 22. september, undirskrivað nýggja trygdaravtalu um Grønland í New York.
Avtalan er ein víðkan av verjuavtaluni frá 1951 og staðfestir, at danska ríkið framvegis hevur fullveldi, og at grønlendingar hava rætt til sjálvir at avgera sína framtíð.
Nýggj amerikansk hernaðarøki
USA fær loyvi at víðka virksemið á Pituffik Space Base. Harumframt kann USA seta á stovn nýggj verjuøki í Narsarsuaq í Suðurgrønlandi og Mestersvig í Eysturgrønlandi. Avtalan letur eisini upp fyri, at fleiri amerikansk verjuøki kunnu koma seinni, men tað krevur semju millum partarnar.
Amerikonsk flogfør fáa harumframt rætt til at flúgva yvir og lenda kring alt Grønland, og amerikanskar herdeildir, skip og akfør fáa víðfevndar heimildir at ferðast millum verjuøkini.
Avmarkingar fyri onnur lond
Avtalan ásetir eisini, at lond uttanfyri Nato kunnu ikki hava hernaðarstøðir ella varandi hernaðarliga hjáveru í Grønlandi uttan semju millum partarnar.
Eisini verða avmarkingar settar fyri ávísar íløgur úr londum uttanfyri Nato, ES og samstarvslond hjá Nato í serliga viðkvæmum økjum, eitt nú kritiska undirstøðukervið og ráevnisvinnu.
Avtalan hevur ongan endadag, og kann bert broytast við samtykki frá øllum pørtum. Hon kemur tó ikki í gildi, fyrr enn neyðugu parlamentariska viðgerðirnar í Danmark og Grønlandi eru lidnar.






















