Fregnartænastan: Størsta hóttan móti Danmark síðani kalda kríggið

Fregnartænastan: Størsta hóttan móti Danmark síðani kalda kríggið
Hóttanin kemur úr Russlandi, sigur stjórin fyri donsku verjufregnartænastuna
Thomas Ahrenkiel, stjóri í fregnartænastuni hjá donsku verjuni.
Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix  
 
24.09.2026 - 13:52

Hóttanin móti Danmark hevur ikki verið størri síðani kalda kríggið, og hóttanarstigið er hækkað upp í næsthægsta stig. 

- Hóttanin kemur úr Russlandi, sum nú í størri mun við hybrid-álopum vil raka verjuídnaðin og forða fyri stuðli til Ukraina, segði Thomas Ahrenkiel, stjóri fyri fregnartænastuna hjá donsku verjuni. á tíðindafundi fyrrapartin:

 

24092026_Ahrenkiel

 

Thomas Ahrenkiel sigur, at tað er lítið sannlikt, at Russland fer at gera innrás í eitt Nato-land.

 


Michael Hyldgaard. (Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)

 

Danski verjuovastin, Michael Hyldgaard, vissar um, at danska verjan er fyrireikað til støðuna:

 

24092026_Hyldgaard

 


Jeppe Bruus. (Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)

 

Jeppe Bruus, verjumálaráðharri, segði á tíðindafundinum, at støðan er álvarslig, tann álvarsligasta síðani kalda kríggið:

 

24092026_Jeppe


Verjumálaráðharrin segði, at alsamt fleiri hybrid-álop koma úr Russlandi, og tey eru nú av slíkum slag, sum ikki sást fyri bara hálvum ári síðani.

Russland fer nú meira beinleiðis eftir at forða stuðlinum til Ukraina at at koma vegin fram. Tað verður eitt nú gjørt við ágangi móti fyritøkum, sum gera útgerð til ukrainsku hermegina, sigur Jeppe Bruus.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928