Samrøða: Vikan tá vit fóru á flog

Samrøða: Vikan tá vit fóru á flog
Heimasigrarnir á Montenegro og Kekkia í somu viku vóru minniligastir, men hóast tað gekk væl, komu tungu løturnar eisini. Eyðun Klakstein setir orð á landsliðsárið 2025
Bjarni Árting Rubeksen
Eyðun Klakstein hevur havt nógv at fegnast um, síðan hann tók við starvinum sum høvuðsvenjari hjá manslandsliðnum
25.09.2026 - 13:01

Allir fótbóltsglaðir føroyingar minnast vikuna í oktober, tá Tórsvøllur legði graslíki til kanska bestu fótbóltsvikuna hjá manslandsliðnum yvirhøvur.

Montenegro varð lagt upp á lærið, tá Føroyar vunnu heili 4-0, og nakrar dagar seinni syrgdu Hanus Sørensen og Martin Agnarsson fyri málunum, sum góvu Føroyum sigurin á Kekkia; eitt hitt besta úrslitið í landsliðssøguni.

 - Vit hølvaðu Montenegro av. Vundu burturúr teimum, sigur Eyðun Klakstein.

 - So ert tú kanska nøgdur við tað, og so kemur Kekkia tríggjar dagar seinni, og tú hugsar, at tað er ein ókeypis dystur, kanska, men so vinna vit. Kanska okkara størsta avrik, sigur landsliðsvenjarin.

 

Ikki bara stuttleiki

Gongdin var góð - eingin ivi um tað. Føroyar tóku stigametið við 12 stigum í HM-undankappingini, men tað kundi verið uppaftur betri.

Í mars 2025 mistu Føroyar á stokkinum tvær ferðir á útivøllum í Eysturevropa. Fyrst spilti Patrik Schick okkum spælið, tá hann skoraði til 2-1 seint í dysti í Kekkia, eftir at Gunnar Vatnhamar hevði javnað stutt frammanundan.

Uppaftur verri gjørdist tað nakrar dagar seinni, tá javnleikur glapp Føroyum av hendi í Montenegro. Tað var sum vátur vøttur, tá heimaliðið skoraði í yvirtíðini av yvirtíðini, og spælararnir máttu av vøllinum við ongum.

 - Tað sveið meira (enn Kekkia, blaðm.). Fyri tað fyrsta var tað eitt land, sum ikki var líka sterkt sum Kekkia, og vit hildu, at vit gott kundu fara niður har og taka eitt stig ella ein sigur, sigur Eyðun Klakstein.

 - So halda vit, at tað gongur, og tíðin fer. "Okey, hetta endar 0-0, og tað taka vit. Fínasta slag!". Men so í síðsta sparkinum í dystinum, eg haldi, at klokkan nær at koma upp á 96 minuttir, skora teir eftir trunkaspæl í okkara brotsteigi. Tað var eitt stórt vónbrot, minnist landsliðsvenjarin.

 

Sí samrøðuna við Eyðun Klakstein um søguliga landsliðsárið 2025 omanfyri.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666