- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eitt stríð millum føroyskt og enskt í handlunum
Fleiri og fleiri útlendingar koma til Føroya at arbeiða, og við tí er tað blivið alsamt meira vanligt, at føroyingar noyðast at tosa enskt, tá teir fara til handils.
Tað er veruleikin, men er tað ein trupulleiki? Ja, sigur Málráðið. Nei, sigur Handilsvinnufelagið. Meðan fólkið á gøtuni eru ymisk á máli um støðuna.
Eitt krav at tosa føroyskt?
Lena Reinert er næstforkvinna í Málráðnum, og sambært henni eiga føroyingar at hava møguleikan at kunna tosa føroyskt á øllum økjum í føroyska samfelagnum.
Føroyska málið er nakað, vit hava arbeitt fyri, og tí er tað sambært henni ein trupulleiki, um føroyingar ikki kunnu tað.
Men í Handilsvinnufelagnum er sjónarmiðið eitt annað.
Vit noyðast at vera lagalig, tí hyggja vit at londunum rundanum okkum, eru tað ofta krambafólk, ið tosa eitt annað mál. Og við okkara lítla máli, er Eyðvør Berg, forkvinna í Handilsvinnufelagnum, ivasom, um vit kunnu loyva okkum at seta eitt tílíkt krav.
Ymisk á máli
Men at føroyingar ikki kunnu tosa føroyskt, tá teir fara til handils, kann hava avleiðingar fyri føroyska málið, spyrt tú næstforkvinnuna í Málráðnum.
Sambært henni eiga vit at gera okkara fyri at verja málið, og um vit ikki gera tað, so minkar tað við tíðini.
Men í Handilsvinnufelagnum hevur mann eina aðra fatan:
- Málið hjá okkum er ov veikt, um tað er tað, sum koppar tí, sigur Eyðvør Berg.
Spurningur um krøv
Men tað eiga at vera sett krøv til arbeiðsgevarar um at bjóða útlendingum skeið í føroyskum, sigur Lena Reinert.
Tað kunnu til dømis vera stutt skeið, sum arbeiðsplássið bjóðar, áðrenn krambafólkið fer til arbeiðis.
Men um tað er eitt gott hugskot, er forkvinnan í Handilsvinnufelagnum ikki sannførd um.
Hon sigur, at tað er avmarkað, hvørji krøv kunnu setast, um fólkini enn skulu hava hug at koma til Føroya at arbeiða.
























