Barnakonur skulu fáa tilboð um ultraljóðskanning í viku 12

Barnakonur skulu fáa tilboð um ultraljóðskanning í viku 12
Sjúkrahúsverkið er biðið um at lýsa, hvat krevst fyri at fáa hetta tilboðið
Sjúkrahúsverkið er biðið um at lýsa, hvørjir fyrimunir og møguligir vansar eru við at ultraljóðskanna barnakonur í viku 12. (Savnsmynd)
 
30.09.2026 - 09:12

Sjúkrahúsverkið er biðið um at lýsa, hvørjir fyrimunir og møguligir vansar eru við at ultraljóðskanna barnakonur í viku 12.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 eru pengar til at styrkja barnakonuøkið.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, sum hevur svarað spurningi frá Hervør Pálsdóttur, løgtingskvinnu.

Hon spurdi um ultraljóðskanningar til barnakonur í viku 12.

Landsstýriskvinnan svarar, at hon vil hava tilboð um slíka kanning í Føroyum. 

Og Sjúkrahúsverkið er biðið um at lýsa, hvat krevst fyri at fáa hetta tilboðið.

Hini Norðurlondini bjóða øll ultraljóðskanning í viku 12. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213