Umleið fjórði hvør hevur ilt í búkinum

Umleið fjórði hvør hevur ilt í búkinum
Í Føroyum hava vit hægsta títtleika í heiminum, tá tað snýr seg um kroniskar tarmsjúkur. Tí skalt tú halda vakið eyga við ávísum sjúkueyðkennum.
 
02.10.2026 - 11:18

Í Føroyum hava vit hægsta títtleika í heiminum, tá tað snýr seg um kroniskar tarmsjúkur.

Tað merkir, at nógvir føroyingar - umleið fjórði hvør - hevur ilt í búkinum.

Men hvørji sjúkueyðkenni skalt tú halda vakið eyga við, og nær eigur tú at fara til lækna?

Hesum spurningunum svarar Katrin Olsen, sum er serlækni í gastroenterologi og hepatologi, í Heilsuhorninum hesa vikuna.

Sambært serlæknanum eru ávís sjúkueyðkenni, ið vit altíð eiga at reagera uppá.

- Blóð í avføringinum og broyting í avføringsmynstrinum samstundis sum tú kennir teg sjúkan, hevur ilt í búkinum og kanska fepurkenslu og tapir teg, hetta eru alarm-sjúkueyðkenni, sum tú skalt fara til lækna við, sigur Katrin Olsen, ið dagliga arbeiðir sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum á livur, maga, tarm ambulatoriinum.

Í Heilsuhorninum greiðir Katrin Olsen frá kroniskum tarmsjúkum og svarar spurningum frá lurtarum.

Sendingina kanst tú hoyra her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334