Føroyskur klassikari givin út í USA og Stórabretlandi

Føroyskur klassikari givin út í USA og Stórabretlandi
Skaldsøgan "Rekamaðurin" eftir Jens Paula Heinesen er seld til tvey av størstu bókaforløgunum í USA og Stórabretlandi
Rekamaðurin (Mynd: Bárður Jákupsson / Sprotin)
 
30.09.2026 - 12:34

Í 1977 gav Jens Pauli Heinesen skaldsøguna Rekamaðurin út á egnum forlagi, og gjørdist bókin skjótt ein varði í føroyskari bókmentasøgu. Nú, hálva øld seinni, hevur verkið fingið eitt stórt altjóða gjøgnumbrot. Tvey av heimsins størstu bókaforløgum í ávikavist USA og Stórabretlandi – W. W. Norton í USA og Canongate í Stórabretlandi – hava keypt útgávurættindini, har bókin verður lýst sum eitt møguligt høvuðsverk í samtíðarbókmentum. Enska heitið verður The Driftwood Man.

Søgan um hetta byrjaði tó púra av tilvild. Dóttir rithøvundan, Elin Brimheim Heinesen, var í fjør og ferðaðist í Gran Canaria og hevði skaldsøguna við til stuttleikar fyri at lesa hana aftur. Av tí at internetsambandið var vánaligt, fór hon sjálv undir at týða skaldsøguna til enskt fyri at venja málførleikarnar. Hon varð so mikið bitin av arbeiðinum, at hon fullførdi týðingina heima í Føroyum og fekk tveir enskar rithøvundar at rættlesa hana.

Upprunaliga ætlaði Elin at bjóða forlagnum Sprotanum ensku týðingina, so ferðafólk í Føroyum kundu fáa hendur á bókini. Men júst sum hon skuldi senda teldupostin, fekk hon eina føðingardagsheilsan frá amerikanska yrkjaranum, týðaranum og fotografinum Randi Ward, sum í síni tíð hevði lisið á Fróðskaparsetrinum og skrivað uppgávu um Jens Paula Heinesen. Randi Ward bað Elina bíða við at gera nakað, tí hon hevði sambond í USA.

Stutt eftir var Randi á ráðstevnu í USA og kom har í samband við gitna amerikanska týðaran Damion Searls, sum er millum fremstu týðarar í USA og millum annað hevur týtt verk hjá fleiri nobelprísvinnarum. Searls fekk ein úrdrátt av týðingini hjá Elini og var beinanvegin bergtikin av skaldsøguni. Elin og Damion fingu í lag eitt samstarv og hava gjørt týðingina í felag.

Við sínum góðu sambondum hjá stóru forløgunum læt Damion Searls tær røttu hurðarnar upp, og nú liggur greitt, at føroyski klassikarin fer út í heimin á enskum.

Elin Brimheim Heinesen vitjaði morgunsendingina og greiddi frá:

a_2289-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026