
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avrikið var gott, og stigið var uppiborið, helt Andrias Edmundsson eftir 1-1 javnleikin ímóti Slovakia á Tórsvølli í 3. umfari í Nations League.
Minni gott var tað, at stóri Verona-miðverjin sá gult í seinna hálvleiki, og tískil verður leikbannaður til útidystin ímóti Kasakstan týsdagin.
- Tá teir fara í álop, verði eg noyddur at taka hann, og tað er tað sama, sum hendir í Moldova. Eg føli, at vit hava momentum, og viðhvørt, tá tú spælir ov smart og heldur teg vera ov góðan, verður tú revsaður, segði Andrias Edmundsson.
Hann legði afturat, at fyri nøkrum árum síðan, høvdu føroyingarnir kanska ikki gjørt hasi fríspørkini, sum kunnu vera neyðug í ávísum støðum.
Andrias Edmundsson kann fara aftur til Italia og Hellas Verona, heldur enn longu leiðina til Kasakstan, har hann ivaleyst heldur vildi verið.
- Ítróttastjórin er sikkurt nakað glaður, helt hann smílandi fyri.
Dysturin ímóti Kasakstan, sum verður hin fjórði í røðini í Nations League, verður spældur í Astana týsdagin.