Reiðarafelagið um mista góðkenning: Eiga ikki at leypa framav

Reiðarafelagið um mista góðkenning: Eiga ikki at leypa framav
Reiðaríini vænta kortini at sleppa av við fiskin, hóast svartkjafturin hevur mist MSC-góðkenningina
Stefan í Skorini er stjóri í Reiðarafelagnum.
 
06.10.2026 - 13:07

- Vit mugu síggja, hvussu leikur fer, og ikki leypa framav. 

Tað sigur Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag, nú svartkjafturin hevur mist burðardyggu MSC-góðkenningina. 

Reiðaríini vænta kortini at sleppa av við fiskin. 

Fyri reiðaríini er spurningurin serliga, um marknaðurin og prísurin at verða ávirkaðir, nú góðkenningin er farin úr gildi.

 


Svartkjaftur hevur mist MSC-góðkenningina. 

 

Prísurin á svartkjafti hevur verið góður í ár. Higartil hevur hann ligið um 3,25 krónur fyri kilo, og eftir summarfrítíðina hevur hann verið eitt sindur hægri. 

Stefan í Skorini heldur ikki, at neyðugt er at stúra fyri støðuni beint nú.

Hoyr innslag í útvarpsstovuni:

 

06102026_Stefan_i_Skorini


 

Sí eisini: Hava mist MSC-góðkenning - Havsbrún hevur framleitt niðurfyri

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011