Høvdu ikki loðs umborð

Høvdu ikki loðs umborð
Eingin er skuldsettur í málinum, men teir, sum vóru á brúnni, eru undir illgruna
Hav Frakt var eitt av skipunum, sum stoyttu saman við Ålesund.
Mynd: Navigare Shipping  
 
07.10.2026 - 11:06

Tað, norska politiið veit, var eingin loðsur umborð á teimum trimum skipunum, sum stoyttu saman við Ålesund sunnunáttina.

Og tað vátta havnamyndugleikarnir. 

Men skipini høvdu loyvi til at sigla uttan loðs.

Tað var sunnunáttina, at trý skip, eitt tangaskip og tvey farmaskip, stoyttu saman í Valderhaugfjørðinum við Ålesund í Noregi.

Tvey skip sigldu norðureftir og eitt suðureftir.

Eingin er skuldsettur í málinum, men teir, sum vóru á brúnni, eru undir illgruna.

Bergfjord og Hav Frakt liggja í Ålesund og bíða eftir boðum frá norska sjóvinnustýrinum.

Tey skulu umvælast, áðrenn tey fáa loyvi at sigla aftur.

Orsøkin til samanstoytin er ikki kend. Politiið kannar enn málið.  

Promilluroyndir eru tiknar. Tær vístu, at eingin var ávirkaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040