- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljósareyður oktobur: Týdningarmikið at kanna seg sjálva

Ljósareyður oktober er altjóða átak, sum hevur verið á hvørjum árið síðani 1985. Í oktober verður ljós serliga varpað á bróstkrabba.
Eisini føroyska Krabbameinsfelagið leggur serligan dent á bróstkrabba við upplýsing og ymsum tiltøkum. Í ár ber millum annað til at stuðla gransking og arbeiðnum hjá bróstkrabbabólkinum Bót til bata við at keypa brún helsi við ljósareyðum sloyfum á.
Týdningarmikið at fylgja við sjálv
Tað hevur týdning at finna sjúkuna so tíðla sum til ber, og tí verður mælt til, at kvinnur sjálvar kanna bróstini javnan. Tað vísur Eyð Gudmundsson, sjúkrarøktarfrøðingur á onkologiska ambulatoriunum á Landssjúkrahúsinum á.
Lurtið eftir samrøðuni við Eyð, sum var í Góðan morgun Føroyar, har hon millum annað greiðir frá, hvussu tú kanst kanna teg sjálva.


























