- Tíðindi, mentan og ítróttur
Misjavnur skurður
Hjá Búnaðarstovuni í Kollafirði er miðalvektin eitt vet minni enn í fjør, sigur Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi.
- Tað, sum vit hoyra frá bóndum runt um landið, er, at tað er heldur misjavnt í ár. Men so skulu vit eisini hugsa um tað, at í fjør var eitt sera gott ár hjá teimum allarflestu, í mun til miðalvekt.
Miðalvektin hjá Búnaðarstovuni í Kollafirði bleiv knapt 33 pund, og tað er gott tvey pund minni enn í fjør, greiðir landbúnaðarráðgevin frá.
Vátt veður í ár
- Vit hava havt øgiliga nógv avfall, sera nógv avfall, í septemburmánaði um næstan alt landið. August hevur eisini roynst illa. Og tað er akkurát tað tíðspunktið, tá ørin skal sleppa, altso at hon mjólkar ikki meiri, og lombini skulu læra seg at eta gras og blíva feit av tí síðsta summargrasinum. Er nógv avfall, sum í ár, so etur seyðurin minni enn vanligt. Sjálvandi, vektin er ikki alt. Um seyðurin er feitur, men vektin er lág, so er tað gott. Teir flestu ynskja nokk at liggja omanfyri 30 pund í miðal.
Sí innslag úr Degi og viku.
























