- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gjøld verða ikki strikað
Gjøld verða ikki strikað
Ongar ítøkiligar ætlanir eru um at strika toll, punktgjøld ella avgjøld

13.10.2026 - 06:07
Ongar ítøkiligar ætlanir eru um at strika toll, punktgjøld ella avgjøld.
Verða tollur, punktgjøld ella avgjøld strikað, er neyðugt at fíggja tað við øðrum inntøkum.
Tað er svarið, sum Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, fær frá Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni.
Tingmaðurin spurdi um avgjaldsbyrðuna.
Elstu hagtølini eru frá 1997.
Tá var meirviðisgjaldið 23,5 prosent í inntøkum landskassans.
Avgjøld og tollur vóru 37,5 prosent.
Í 2025 var meirvirðisgjaldið 28,2 prosent og avgjøld og tollur 49,7 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























