- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óli og teir víðari í Champions League

Góða kappingarárið hjá Óla Mittún og liðfeløgunum í GOG helt fram, tá fjónliðið tryggjaði sær plássið í Champions League miðumfarinum við javnleiki ímóti Pick Szeged.
Við hjálp frá føroyska úrmælinginum í bakketuni vann GOG seg framum tíðliga í dystinum, og tá góðir 12 minuttir vóru eftir at spæla var 31-26.
Tá steðgaði fullkomiliga upp hjá GOG, og heimaliðið skoraði seks ferðir á rað. Hjalte Lykke javnaði til 32-32, og síðan eydnaðist tað Óla Mittún hegnisliga at skora til 33-32, áðrenn heimaliðið aftur javnaði.
Síggj millum annað frálíka málið hjá Óla Mittún til 33-32, sum var við til at tryggja GOG pláss í miðumfarinum í Champions League, í samandráttinum omanfyri.
Óli heldur fram við góðu avrikunum
Smáir tveir minuttir vóru eftir at spæla, men eftir stórbjarging frá Kevin Møller í síðstu løtu, kundu Óli Mittún og teir stórfegnast um at tað er eydnast at spæla seg víðari úr bólkinum frammanfyri ungararnar og saman við Sporting.
Óli Mittún helt fram við góða spælinum. Føroyingurin Skoraði fimm ferðir og legði upp til trý mál, og er í stórformi nú nýggja EM-undankappingin nærkast við heimadysti ímóti Kosovo og útidysti ímóti Montenegro í november.


























