- Tíðindi, mentan og ítróttur
Serlæknapuljan var avgerandi fyri meg
- Eg hevði ikki fingið mítt starv uttan serlæknapuljuna.
Tað sigur Laurits Frøssing, sum byrjaði í starvinum sum serlækni í lungnasjúkum á Landssjúkrahúsinum í september í ár.
Í løtuni eru tríggir serlæknar í lungnasjúkum á Landssjúkrahúsinum. Við stuðli úr serlæknapuljuni fekk hann starvið sum tann triði.
Starvið var eisini ein treyt fyri, at hann flutti til Føroya saman við familjuni.
Eingin játtan til serlæknapuljuna næsta ár
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 er eingin nýggj játtan sett av til serlæknapuljuna. Í ár eru játtaðar 3,95 milliónir krónur, men eingin nýggj játtan verður næsta ár.
Sjálvur hevur Laurits Frøssing fingið starv á Landssjúkrahúsinum, men hann stúrir fyri, at færri serlæknar verða settir, tí eingin játtan er sett av til puljuna næsta ár.
Sparingin kann merkja, at læknar fara at leita eftir størvum aðrastaðni.
- Tað er óheppið fyri sjúklingar og Heilsuverkið, sigur hann.
Sí meira í innslagi í Degi og viku.
LES EISINI: Eingin játtan til serlæknapulju - Læknafelagið rópar varskó


























