Lula vann - Bolsonaro vil hava valið ógildað

Lula vann - Bolsonaro vil hava valið ógildað
Sitandi forsetin fekk 51,8 prosent av atkvøðunum. Avbjóðarin á høgravonginum, Flavio Bolsonaro, fekk 48,2 prosent
Lula da Silva vann seinna umfar av forsetavalinum í Brasil. Hann fekk umleið 52 prosent av atkvøðunum.
Mynd: Tuane Fernandes/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
26.10.2026 - 07:50

Tað var sitandi forsetin, 80 ára gamli Lula da Silva á vinstravonginum, sum vann valið í Brasil í gjár.

Lula fekk 51,8 prosent av atkvøðunum. Avbjóðarin á høgravonginum, Flavio Bolsonaro, fekk 48,2 prosent.

Men Flavio Bolsonaro sýtir fyri at góðtaka valúrslitið.

- Tað er ógjørligt at góðtaka úrslitið. Eg fari at biðja um, at valið verður ógildað, sigur hann sambært AFP-tíðindastovuni.

 


Flavio Bolsonaro góðtekur ikki valúrslitið. (Adriano Machado/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Atkvøðufreistin longd

Orsøkin er sambært Bolsonaro, at freistin at atkvøða brádliga varð longd tveir tímar stutt fyri, at valstøðini lótu aftur.

Avgerðin um at lata valstøðini hava opið tveir tímar longur, var tikin av brasilska hægstarætti eftir umbøn frá báðum forsetavalevnunum.

Tíðindamaðurin hjá danska kringvarpinum í Suðuramerika, Kristian Almblad, sigur, at freistin var longd, tí nógvir veljarar høvdu ilt við at náa fram til valstøðini í góðari tíð.

- Nógvastaðni í Brasil koyrdu bussarnir ikki, og tí kravdu báðar síður, at veljararnir skuldu fáa longri tíð at greiða atkvøðu, sigur hann.

 

Kann ikki goðtakast

Men avgerðin kann als ikki kann góðtakast, segði Flavio Bolsonaro í røðu síni eftir tapi.

Tað er ein álvarsom útsøgn frá Bolsonaro, heldur tíðindamaðurin hjá DR.

- Brasil er nú í kreppu, sigur Kristian Almblad.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329