Rógvi og Bjørk skjótast í Havnardali

Rógvi og Bjørk skjótast í Havnardali
Rógvi Kárason og Bjørk Herup Olsen vunnu fyrsta umfar av vetrarkappingini hjá FÍF, sum var í Havnardali um vikuskifti, men nógv eru væl fyri, nú Oyggjaleikir í Føroyum nærkast
27.10.2026 - 10:29

Rógvi Kárason og Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum vóru skjótast, tá vetrarkappingin hjá FÍF byrjaði við Kerjarenningini í Havnardali um vikuskiftið.

Hjá monnunum kom Rógvi Kárason á mál við tíðini 31:41,4 minuttum. Hálvan minutt seinni kom Torbjørn Hentze um mállinjuna, og Ísak Kolden, sum vann mansunglingabólkin, endaði á triðja plássi.

Bjørk Herup Olsen vann gullið við 37:42,9 frammanfyri Valborg Heinesen, sum er við aftur í vetrarkappingini fyri fyrstu ferð í meir enn 10 ár. Valborg Heinesen rann teinin upp á 40:48,1 minuttir.

 

Valborg kappast aftur

Valborg Heinesen vildi ikki siga bart út, at hon rennur fyri oyggjaleikaplássi, men tað kann hugsast, at rennarin, sum vann gull á 10.000 metrum og hálvum maraton á leikunum í Bermuda í 2013, vil umboða Føroyar her heima.

 - Tú hevur tað sjálvandi í huga, og tað hevði verið stuttligt, men eg eri ikki har enn, segði Valborg Heinesen.

Hon er trettan ár eldri og hevur átt trý børn síðan bragdið á Bermuda, og tað tekur eitt sindur av toppferðini, metir Hallur Holm, men úthaldnið, treisknið og royndirnar eru tær somu.

 - So hví skal hon ikki kunna satsa uppá hesar oyggjaleikirnar. Tað hopi eg, at hon fer at gera, segði Hallur Holm.

 

Nógv renna fyri oyggjaleikaplássi

Fleiri onnur renna eisini fyri langteinaplássunum á oyggjaleikaliðnum. Áður nevndi Torbjørn Hentze er sera nær við kravtíðir, og Ísak Kolden og Mattias J. í Lambanum eisini renna væl og taka seg fram.

Rógvi Kárason og Bjørk Herup Olsen hava longu klárað onkra kravtíð. Tað hava millum annað Julian Gregersen, Ragnar Rasmussen, Neli Heldarskarð og Rutt Gregersen eisini.

Kerjarenningin var fyrsta av átta umførum í MBM Vetrarkappingini henda veturin. Næsta umfar verður á Sandi leygardagin 7. november, tá Tindar og Bragdið skipa fyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541