Badminton: Føroyar blástu Gibraltar um koll

Badminton: Føroyar blástu Gibraltar um koll
Føroyska badmintonliðið smurdi Gibraltar av í fyrsta bólkadystinum í kappingini fyri smátjóðir í Havn. Føroyingarnir vunnu allar fimm dystirnar í liðdystinum
Magnus Dal-Christiansen og Miriam í Grótinum á oyggjaleikunum síðsta summar
Mynd: Dánial Olsen  
 
30.10.2026 - 18:05

Føroyar fingu góða byrjan upp á badmintonkappingina fyri smátjóðir, sum er í Havn hetta vikuskiftið.

Vertirnir vunnu allar fimm dystirnar ímóti Gibraltar og harvið liðdystin 5-0. Eisini í einstøku dystunum var munurin stórur. Í einmansleiki vann 17 ára gamli Jafet Rasmussen 2-0 við settúrslitunum 15-10 og 15-8 á Joshua Montado, meðan Ranja Joensen vann 15-1 og 15-4 og harvið eisini 2-0.

Magnus Dal-Christiansen og Jónas Djurhuus mannaðu tvímansleikin við monnum og vunnu 2-0. Settini endaðu 15-9 og 15-10. Hjá kvinnum sigraðu Bjarnhild í Buð Justinussen og Mia Thorkildshøj 15-8 og 15-4 og harvið 2-0. 

Í blandaða tvímansleikinum vóru Rúni Øster og Miriam í Grótinum náðileys og vunnu 15-3 og 15-4 á Alison Jessen og Kasper Thy Jessen.

Við greiða sigrinum hava Føroyar tryggja sær plássið í miðumfarinum. Í morgin verður bólkafinalan ímóti sterka íslendska liðnum, sum vann kappingina í 2024. 

Ísland vann eisini greitt á Gibraltar seinnapartin í dag, so lagt er upp til spennandi dyst í morgin. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672