Fýra flogfør bumbuhótt

Fýra flogfør bumbuhótt
Eitt flogfar hjá SAS neyðlendi í Póllandi, tí illgruni var um ókendan vandamiklan lut umborð
Eitt SAS-flogfar úr Keypmannhavn neyðlendi í Póllandi og verður nú kannað. (Savnsmynd)
 
03.11.2026 - 13:09

Fyrrapartin vóru bumbuhóttanir umborð á fýra flogførum.

Sambært Reuters, hevur fjórða flogfarið í dag fingið fráboðan um bumbuhóttan.

The Guardian skrivar, at flogfarið úr Tel Aviv lendi í høvuðsstaðnum í Bulgaria, Sofia.

Sambært spanska miðlinum, Onda Regional, neyðlendi eitt flogfar úr Manchester á spanska flogvøllinum Murcia fyrrapartin.

Tað hendi eftir at pólski flogvøllurin, Varsjava Modlin, stongdi fyrrapartin, tí illgruni var um, at spreingievni vóru umborð á einum flogfari, sum fleyg úr Heathrow í London.

Flogfarið setti seg í Varsjava Modlin í øllum góðum.

Ein annar flogvøllur í Varsjava, Chopina, hevur váttað, at eitt flogfar hjá SAS úr Keypmannahavn neyðlendi í morgun, tí illgruni var um ókendan vandamiklan lut umborð.

Flogfarið úr Keypmannahavn hevur sett seg í øllum góðum og verður kannað, skrivar danska TV2 fyrrapartin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328