- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avtalan samtykt í Grønlandi
Avtalan samtykt í Grønlandi
Men tað var ikki uttan svørðsslag

Úr landstinginum.
04.11.2026 - 07:04
Landstingið í Grønlandi samtykti í gjár verjuavtaluna við USA og Danmark.
Bara flokkurin Naleraq atkvøddi ímóti.
Men tað var ikki uttan svørðsslag, at avtalan bleiv samtykt.
Formansskapurin í landstinginum hevur meldað Naleraq til politiið fyri at bróta tagnarskylduna um upplýsingar í avtaluni.
Og Naleraq kom við uppskoti um misálit á Múte B. Egede, landsstýrismann í uttanríkismálum, tí hann ikki vil lata landstinginum hesar upplýsingar.
Men tað fekk onga undirtøku í landstinginum, og var ikki viðgjørt har.
Fólkatingið skal viðgera verjuavtaluna 19. november.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























