- Tíðindi, mentan og ítróttur
Illveðrið kom væl við hjá Sev
Illveðrið kom væl við hjá Sev
Burðardygga orkan í oktober var 78 prosent, 26 prosent størri enn í oktober í fjør

Nógva avfallið í oktober kom væl við hjá SEV.
04.11.2026 - 08:51
Ófantaliga veðrið í oktober var gott hjá Sev, tí Sev hevur brúk fyri vindi og regni.
Eftirspurningurin eftir streymi var nøkunlunda tann sami í oktober í ár sum í oktober í fjør.
Og burðadygga orkan var góð 26 prosentstig størri, sigur Sev.
Hon var 78 prosent.
Vatnorkan 39 prosent
Vatnorkan var 39 prosent, vindorkan 37 prosent, biogass og sól tvey prosent. Oljan var 22 prosent.
Í Suðuroy var streymurin í oktober 92 prosent burðardyggur.
Vágsverkið, sum brúkar olju, gjørdi átta prosent. Vágsverkið brúkti 52 tons av olju allan oktober.
Til samanberingar brúkar Sundsverkið í miðal 125 tons av olju um samdøgrið, skrivar Sev.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























