Miðskeiðisvalið: Ósigurin hjá republikanarunum kann verða størri

Miðskeiðisvalið: Ósigurin hjá republikanarunum kann verða størri
Sambært nýggjum forsagnum kunnu demokratarnir fáa 56 sessir í Senatinum, meðan republikanararnir fáa 44
Donald Trump, forseti, hevur viðurkent ósigurin á miðskeiðisvalinum týsdagin.
Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.11.2026 - 07:58

Ósigurin hjá republikanska flokkinum á amerikanska miðskeiðsvalinum kann gerast uppaftur størri enn væntað.

Demokratarnir hava tryggjað sær meirilutan í bæði Senatinum og Umboðsmannatinginum.

Sambært forsagnunum hjá Polymarket og Kalshi kunnu demokratarnir fáa 56 sessir í Senatinum, meðan republikanararnir fáa 44.

Demokratarnir hava longu vunnið senatssessir í Texas og Kansas, og forsøgnirnar geva teimum 96 prosent sannlíkindi fyri sigri í Mississippi og 95 prosent sannlíkindi í Alaska.

 

260 sessir í Umboðsmannatinginum

Í Umboðsmannatinginum kunnu demokratarnir fáa heilt upp í 260 av teimum 435 sessunum.

Tað hevði verið størsti meiriluti hjá flokkinum í Umboðsmannatinginum síðani 1990.

Við meiriluta í báðum kømrunum í Kongressini verður munandi torførari hjá Donald Trump, forseta, at fáa sín politikk samtyktan seinastu tvey árini av forsetaskeiði sínum.

Í USA verður ein forseti í slíkari støðu ofta nevndur ein "lame duck," ella ein veingjaskotin dunna. Tað merkir, at politiska valdið hjá forsetanum er munandi skert, tí andstøðan kann steðga lógaruppskotum frá forsetanum og flokki hansara.

 

Ásannar ósigurin

Donald Trump, forseti, ásannar, at republikanski flokkurin tapti miðskeiðisvalið týsdagin. 

Men hann sigur, at um hann sjálvur hevði staðið á valevnislistanum, hevði úrslitið verið øðrvísi:

"Hevði eg staðið á listanum, høvdu vit vunnið. Tit sóu fólkini. Túsundtals fólk til allar veljarafundirnar. Tað var nógvur kærleiki á teimum veljarafundunum, men vit megnaðu ikki at flyta tann kærleikan yvir á valevnini", segði Donald Trump við Reuters og aðrar miðlar.

Varaforsetin J.D. Vance hevur sagt, at kríggið í Iran er størsta orsøkin til, at Republikanararnir taptu valið. Hesum tekur Trump undir við.

"Kríggið gjørdi, at bensin- og oljuprísurin hækkaði, men kríggið var neyðugt, tí Iran má ikki fáa kjarnorkuvápn," segði Donald Trump við fjølmiðlar í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928