- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ulf Kristersson fær longda freist at skipa stjórn

Ulf Kristersson, sitandi svenskur forsætisráðharri og formaður í Moderatarna fær longda freist at skipa stjórn.
Freistin verður longd nakrar dagar, sigur formaðurin í svenska ríkisdegnum, Andreas Norlén.
Hetta hendir eftir at Svøríkisdemokratarnir, sum frammanundan hava kravt ráðharrasess í komandi stjórn, hava slept kravinum um at vera partur av næstu stjórnini við Ulf Kristersson, formanni í Modertarna, sum forsætisráðharra.
Tað sigur formaðurin í Svøríkisdemokratunum, Jimmie Åkesson, sum sigur, at flokkurin ístaðin vil vera í andstøðu, skrivar DR.
Samstundis letur Centerpartiet upp fyri at gerast partur av møguligari stjórn við Ulf Kristersson á odda.
Centerpartiet vil nú vita, hvørjar ætlanir bæði Magdalena Andersson, forkvinna í svenska Javnaðarflokkin, og Ulf Kristersson hava.
- Vit vilja hava uppskotini í seinasta lagi næsta fríggjadag, sigur Elisabeth Thand Ringqvist, forkvinna í Centerpartiet, á tíðindafundi, sambært DR.
Hetta gevur Ulf Kristersson betri møguleikar at skipa stjórn. Fráboðanirnar frá flokkunum báðum gera uppgávuna "eitt sindur minni ómøguliga", sigur Ulf Kristersson, sambært SVT.
Fráboðanirnar frá Svøríkisdemokratunum og Centerpartiet koma eftir at Svøríki hevur ligið í stjórnarloysi í 54 dagar eftir svenska ríkisdagsvalið.


























