COP31 byrjar í dag

COP31 byrjar í dag
Heimurin fer ikki at røkka málinum í París-avtaluni, um at upphitingin verður í mesta lagi 1,5 stig, sigur ST undan veðurlagsráðstevnuni
Veðurlagsráðstevnan í Turkalandi byrjar í dag og endar 20. november.
Mynd: Murad Sezer/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
09.11.2026 - 07:59

Í dag byrjar COP31-veðurlagsráðstevnan í Antalya í Turkalandi. 

Fleiri túsund politikarar, granskarar, fyritøkur og felagsskapir fara væntandi at luttaka.

Heimurin fer ikki at røkka málinum í París-avtaluni, um at upphitingin verður í mesta lagi 1,5 stig, sigur ST undan COP31.

Heimurin fer at vera í hvussu so er 1,7 ella 1,8 stig heitari, sigur ST í berøgnari frágreiðing í sambandi við ráðstevnuna.

 

Avleiðingarnar síggjast

Og longu nú síggjast avleingarnar av hesum við fleiri og verri hitabylgjum, turki, skógareldum og vatnflóðum.

Á veðurlagsstevnuni savnast heimins lond at samráðast um veðurlagið.

Kjakast verður millum annað um, hvussu útlát av vakstrarhúsgassi skulu minka, og hvussu lond skulu handfara avleiðinganar av veðurlagsbroytingum.

Á ráðstevnuni verður ljós varpað á varandi orku og elektrifisering, og at nýtslan av lívrunnum brennievnum eigur at minka.

Eisini verður tosað um nýtt alheims veðurlagsfíggingarmark, sum skal settast í verk við privatum og almennum peningi.

COP 31 byrjar í dag og endar 20. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328