- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sleppa ikki uppí

Tað er ikki sum at siga tað hjá Føroyum at sleppa upp í millumtjóða felagsskapir.
Landsverk hevur søkt um limaskap í Nordisk Komité for Statsbyggeri.
Umsóknin er viðgjørd, men ikki avgreidd.
Men tá talan er um mál, sum skapar fordømi og prinsipiellar spurningar um treytir fyri limaskapi, verður umsóknin viðgjørd gjølla, áðrenn støða verður tikin, sigur Nordisk Komité for Statsbyggeri.
Hon verður væntandi aftur á skránni fyri stjórafund í mai næsta ár.
Tað sigur danski flutningsmálaráðharrin við Onnu Falkenberg, fólkatingskvinnu, sum spurdi um limaskapin hjá Landsverki í Nordisk Komité for Statsbyggeri.
Paris Mou
Sjóvinnustýrið hevur leingi arbeitt við at fáa Føroyar í Paris MoU.
Umsóknin um limaskap var løgd fyri aðalfund hjá Paris MoU.
Ein treyt er, at øll 27 limalondini taka undir við umsóknini.
Eitt land atkvøddi í móti føroysku umsóknini.
Síðani hevur Sjóvinnustýrið samskift við viðkomandi land, Paris MoU og nøkur Norðurlond um møguleikarnar fyri at finna eina loysn.
Eftir drúgt samskifti var niðurstøðan, at viðtøkurnar hjá Paris MoU skulu broytast, so Føroyar kunnu fáa atlimaskap.
Men í summar boðaði danska sjóvinnustýrið frá, at undirtøka er ikki fyri at halda fram við arbeiðinum at broyta viðtøkurnar. Víst var á løgfrøðilig ivamál.
Støðan er nú tann, at arbeitt verður við at geva Sjóvinnustýrinum atgongd at kt-skipanin hjá Paris MoU, rætt til at vera á fundum hjá felagsskapinum og senda fólk á skeið.
Alt hetta hevur fíggjarnevndin fingið at vita frá Vinnumálaráðnum.
ParisMoU er evropeiski felagsskapurin fyri sjóvinnufyrisitingar.
Paris Mou kannar skip, sum koma í havnir í Evropa og í londum við Norðuratlantshav.


























