- Tíðindi, mentan og ítróttur
Venjarin: Trúði at vit fóru at koyra tað heim
- Eg trúði, at vit fóru at koyra tað heim.
Tað segði Eyðun Klakstein eftir fimta Nations League-javnleikin á rað. Hesa ferð ímóti Slovakia í Kosice.
Á pappírinum torførasti dysturin í kappingini - og tað sá einki serligt út fyrsta hálva tíman - men á vøllinum var nær við, at Føroyar vunnu dystin ímóti heimaliðnum.
Eftir 1-1 javnleik í steðginum, legði Áki Samuelsen Føroyar framum við sínum máli nummar tvey í kappingini. Løtu seinni rakti Petur Knudsen tvørtræið eftir gott føroyskt kontra, og tað var kanska møguleikin at økja og avgera.
- Tá vit fáa 2-1 málið og halda fram at skapa álopsstøður - fáa ein kempikjans afturat - tá hugsaði eg, at vit kundu gott vinna hendan dystin, segði landsliðsvenjarin.
Hann iðraði seg eisini um, at ov nógv mál fara ígjøgnum í løtuni. Annan dystin á rað skoraði mótstøðuliðið tvær ferðir.
- So kann mann siga, at tað er upp á ein máta í dag, ein annan máta eina aðru ferð. Eitt fríspark her, eitt innlegg har. Tað eru bara farin ov nógv mál ígjøgnum, staðfesti Eyðun Klakstein, sum nú gleðir seg til dyst ímóti Moldova um 2. plássið og uppflytingardyst.
























