- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimm ES-lond senda útvístar tilflytarar til Rwanda
Fimm ES-lond senda útvístar tilflytarar til Rwanda
Varðhaldsdeplarnir skulu eftir ætlan hýsa fólki, sum hava biðið um friðskjól, men sum ikki kunnu sendast aftur til heimlandið

Danmark, Týskland, Eysturríki, Holland og Grikkaland eru við í avtaluni, sum varð kunngjørd á tíðindafundi í Wien í gjár.
Mynd: Leonhard Foeger/Reuters/Ritzau Scanpix
17.11.2026 - 08:23
Fimm ES-lond, millum annað Danmark og Týskland, hava samtykt at seta á stovn ein varðhaldsdeplar í Rwanda fyri útvístar tilflytarar, hóast mannarættindafelagsskapir hava funnist hvassliga at hesum.
Eysturríki, Holland og Grikkaland eru eisini við í avtaluni, sum varð kunngjørd á tíðindafundi í Wien í gjár.
Deplarnir skulu eftir ætlan hýsa fólki, sum hava søkt um friðskjól, men sum ikki kunnu sendast aftur til upprunaliga heimlandið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























