- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórbjargingarnar: Mattias helt moldavum úti
Áki Samuelsen skeyt føroyska sigursmálið í avgerandi Nations League-dystinum ímóti Moldova, men var tað ikki fyri Mattias Lamhauge, vunnu Føroyar neyvan á Tórsvølli í gjár.
Málverjin útstrálaði tryggleika, og grundleggjandi málmansspælið var eftir bókini. Hann kom út og tók sær av innleggum, afturleggingum, útspørkum og annars øllum tí, sum ein góður málmaður skal taka sær av.
Harumframt átti hann fleiri stórbjargingar - serliga tvær ferðir, tá moldavar gjørdust púra leysir ímóti honum - og tá øll á Tórsvølli høvdu hjarta uppi í hálsinum í síðsta minutti av yvirtíðini, helt hann høvdið kalt og bjargaði frísparkinum heilt uppi í málhorninum.
Lítla løtu seinni ljóðaði seinasta bríksl, og Føroyar høvdu tryggjað sær 2. plássi í bólkinum, sum hevur Nations League-uppflytingardystir við sær næsta ár.
Sí bestu bjargingarnar hjá Mattiasi Lamhauge omanfyri.




























