Royna seg ímóti hondbóltsrisa

Royna seg ímóti hondbóltsrisa
Føroysku hondbóltskvinnurnar fáa seg royndar av álvara, tá tær spæla ímóti Norra í EM-fyrireikingardysti seinnapartin
Pernille Brandenborg og hinar á hondbóltslandsliðnum spæla ímóti Norra í dag
Mynd: Kolektiff  
 
26.11.2026 - 12:10

EM-fyrireikingarnar hjá føroysku hondbóltskvinnunum fara eitt ella kanska tvey kvink uppeftir, tá tær spæla ímóti Norra í Golden League seinnapartin.

Eftir javnleik og síðan sannførandi sigur á Eysturrík í oktober, verður mótstøðan fleiri kalibur størri í venjingarkappingini í Tróndheimi. 

LES EISINI: Føroyar nógv gott í EM-skjáttuna við sigri á Eysturríki

Mánadagin fór landsliðið við Claus Mogensen og Simon Olsen á odda undir venjingarnar í Føroyum, og fyrrapartin í gjár gekk leiðin til til Tróndheim umvegis Oslo, har venjing var á skránni í gjárkvøldið. 

Í dag klokkan 17.15 verður fyrri dysturin í kappingini ímóti Norra, og leygardagin skulu Føroyar royna seg ímóti Danmark. Hetta er fyrsta ferðin, Føroyar og Norra spæla landsdyst hjá kvinnum.

 

261123_JANA_PERNILLE_NET_OK

 

Jana Mittún og Pernille Brandenborg ásanna, at mótstøðan verður hørð, men at landsliðið kortini kann fáa nógv burturúr venjingardystunum ímóti Norra og Danmark

 

 - Vit mugu savna okkum um okkara egna spæl og at bøta um tað. At tað so er Norra og Danmark, og vit sleppa at royna okkum ímóti heimstoppinum, tað ger vónandi, at vit eru betur brynjaðar til dystirnar, sum telja, segði liðskiparin Pernille Brandenborg.

Norra hevur verið besta hondbóltslandslið hjá kvinnum í nógv ár og eigur í løtuni EM, HM og OL-steypini, so eingin ivast í teirra styrki. Kortini hevur Norra eins og Føroyar nakrar spælarar við, sum ikki hava spælt í endaspæli fyrr, og væntast kann, at nógvar fáa spælitíð ímóti føroyingunum í Stjørdalshøllini eystanfyri Tróndheim. 

Maria Pálsdóttir Nólsoy verður ikki við ímóti Norra av persónligum ávum, men spælskiparin, sum hevur spælt sera væl fyri København Håndbold í seinastuni, spælir eftir ætlan ímóti Danmark leygardagin, skrivar portal.fo. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Hósdag 26. november
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
217028
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867