Neistin og Kyndil í finaluni

Neistin og Kyndil í finaluni
Neistin er í steypafinaluni hjá kvinnum, og Kyndil hevur tryggjað sær pláss í mansfinaluni

02.02.2014 - 20:11

Neistin er í steypafinaluni hjá kvinnum. Neistin vann seinna hálvfinaludystin móti VB 24-23, støðan í hálvleikinum var 11-11.

Neistin hevði undan hesum dystinum eitt gott útgangstøðið, tí tær vunnu 28-20 í fyrra dystinum í Vági í gjárkvøldið.

Toppskjúttar í dystinum í dag vóru Eir Berg hjá Neistanum við seks málum, meðan Ingrita skeyt sjey mál fyri VB.

Kyndil er í finaluni hjá monnum. Seinna hálvfinalan bleiv sera spennandi, tí H71 vann hana og var tætt við at vinna samanlagt. H71 vann 26-24, men tað var akkurát ikki nokk, tí Kyndil vann fyrra dystin við fýra málum.

Toppskjúttar blivu David Edvardsen, Kyndil, og Bogdan Florea, H71, teir skutu báðir átta mál hvør.

Hinar hálvfinalurnar eru í morgin.

Hjá kvinnunum spæla VÍF og Kyndil í Vestmanna. Fyrri dysturin endaði 21-20 til VÍF.

Hjá monnunum spæla KÍF og STÍF. Fyrri dysturin endaði 32-29 til STÍF.

Báðir dystirnir byrja klokkan 19.30. Útvarpið fer at siga frá dystinum í Kollafirði, og fylgt verður eisini við dystinum í Vestmanna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542