Enn eingin semja um makrelin

Enn eingin semja um makrelin
Enn er ikki eydnast strandarlondunum at koma til eina semju í makreltrætuni. Samráðingarnar verða tiknar upp aftur seinni

07.02.2014 - 21:12

Tað er enn ikki eydnast strandarlondunum at finna semju í makreltrætuni. Partarnir eru aftur farnir hvør til sítt, og samráðingarnar verða tiknar upp aftur seinni.

Í síðstu viku vóru samráðingar í tríggjar dagar í Bergen, og enn eitt samráðingarumfar hevur verið í London hesa vikuna. Heldur ikki hesaferð var avtala undirskrivað, og tað er ikki greitt, nær fundur verður aftur.

Tað skilst á øllum brøgdum, at strandarlondini eru nær einari semju. Samráðingarleiðarin hjá ES, John Spencer, segði í vikuni, at tað er neyðugt at halda fram við samráðingunum, tí partarnir nærkast hvør øðrum.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vil ikki siga, hvat prosentbýtið er á samráðingarborðinum.

- Nógv tøl hava verið frammi í miðlunum, summi eru rættari enn onnur, men eg vil einki siga fyri at órógva samráðingarnar, sum tykjast hava undanvind í løtuni, sigur Jacob Vestergaard.

Vónbrotin samráðingarleiðari

Norski samráðingarleiðarin, Ann Kristin Westberg, er vónbrotin um, at tað ikki rakk á mál hesaferð. Sambært norska blaðnum Fiskaren er orsøkin, at strandarlondini eru ikki samd um eina sonevnda pakkaloysn.

- Norra hevur av øllum alvi spent seg út fyri at røkka einari semju, men tað er eisini eitt mark. Vit eru nær einari semju, men eingin endalig avtala spurdist burturúr hesaferð, sigur hon.

Ann Kristin Westberg vil ikki siga annað um samráðingarnar, sum hava verið.

Strandarlondini hava eisini umrøtt heildarkvotuna fyri svartkjaft og norðhavssild hesa vikuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576