Noreg og ES ósamd

Noreg og ES ósamd
Samanhaldið ímillum partarnar er viknað, tí ES gav Føroyum og Íslandi tilboð og meir makrel
 
14.02.2014 - 08:47

Samanhaldið millum Norra og ES í makrelstríðnum er viknað nógv.

Orsøkin er, at ES gav Føroyum og Íslandi eitt tilboð, sum ES kallar tað, um størri lut í makrelkvotuni uttan fyrst at spyrja Norra um tað.

Og norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, duldi ikki misnøgd sína við ES á aðalfundinum hjá norska reiðarafelagnum Fiskebåt í gjár.

Hon segði, at ES órógvar samráðingarnar hjá strandarlondunum um makrelin.

Reiðarar í Norra fýlast á, at makreltrætan ger, at Norra heldur ikki fær avtalur við ES um onnur fiskasløg.

Fiskiskapur, sum vanliga plagar at byrja í januar, hevur ikki verið í ár.

Makrelstríðið hevur eisini gjørt, at norsk skip nú í nøkur ár ikki eru sloppin at fiska í føroyskum sjógvi.

Føroysk skip sleppa heldur ikki í norskan sjógv at royna.

Eliasbeth Aspaker viðgongur, at samstarvið millum Norra og ES skal standa sína roynd, tí ES lovaði Føroyum og Íslandi størri kvotu, uttan at Norra góðkendi tað, skrivar Fiskeribladet Fiskaren.

Norski reiðarar halda, at Norra eigur at gevast við samráðingunum um makrelin og gera tað, sum Norra heldur er skilabest.

Men tað vil ráðharrin tó ikki.

Hon gjørdi tó greitt á aðalfundinum hjá norsku reiðarunum, at Ísland sleppur ikki at fiska makrel í norskum sjógvi.

Hon nevndi ikki Føroyar í tí sambandinum.

Hjá føroysku nótaskipunum er tað ein fyrimunur at sleppa at fiska makrel í norskum sjógvi, tí tá fæst betri prísur fyri fiskin.

Men so leingi, semja ikki fæst um makrel og sild, sleppa føroysk skip ikki í norskan sjógv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210