- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nalja aftur á pall fyri fyrstu ferð í 22 ár

Nalja, ið er kent fyri klassikarar sum "Á tann deiliga Havn", "Sjeikurin" og "Hygg at mær", var ein av fremstu poppbólkunum í áttatiárinum, og kassettubandið, sum tey góvu út í 1988 varð eisini útselt eftir stuttari tíð.

Kári Jacobsen, annar av høvuðspersónunum handan Nalju sigur, at vit kunnu vænta okkum eina glaða og vælupplagda konsert.

- Eg haldi tað vera ordiliga festligt, at Elin og eg skulu á pall aftur fyri fyrstu ferð í 22 ár! Og tað er ein heiður at spæla á Faroe Pride, sum ikki bara er heimsins feitasta veitsla, men eisini heiðrar nakað av tí allarmest týdningarmikla hjá øllum menniskjum: Persónliga frælsið. So har verður ovmikið at veitsluhalda, vísur Kári Jacobsen á.

Elin og Kári

Elin Heinesen sigur, at Kári og hon ofta eru spurd, um vit ikki vilja spæla okkara gomlu Nalja klassikarar á konsert.

- Men vit hava altíð sagt nei, tí vit hildu, tónleikurin hoyrdi eini farnari tíð til, og vit eru eitt annað stað í dag. Men tá fyrireikararnir av Faroe Pride spurdu okkum, vóru vit ikki í iva um, at hetta er eitt heilt serligt høvi, vit fegin vilja geva okkara ískoyti til, tí vit stuðla endamálinum at heiðra ymiskleikan og vilja vera við til at fremja meira tolsemi í føroyska samfelagnum, sigur Elin Heinesen.

Skrúðgongan byrjar kl. 16.00

Faroe Pride skrúðgongan byrjar kl. 16.00 við Gundadalshøllina. Gingið verður oman til Tórsgøtu, har konsert verður. Aftrat Nalju fara 200, Eivør, Mike, Ævintýrferðin og Reykjavíkar Queer Choir at framføra.