- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggi tyrlupallurin á Kirkju liðugur

Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at gera nýggjan
tyrlupall á Kirkju í Fugloy. Gamli pallurin leyk ikki treytirnar hjá
loftferðslumyndugleikunum, og tí var neyðugt við nýggjum. Hetta arbeiðið er nú
liðugt, og mikudagin var nýggi tyrlupallurin avhendaður.
Avgreiðsluhús við bíðirúmi

Afturat
nýggjum palli er gjørt avgreiðsluhús við bíðirúmi og øðrum hentleikum til
ferðafólk.

Okkurt smávegis arbeiði er eftir at gera, men Landsverk hevur
fingið fyribils góðkenning av tyrlupallinum frá Trafikstyrelsen, sum er
loftferðslumyndugleiki. Tískil er regluliga flúgvingin á Kirkju tikin uppaftur.

Eftir summarfrítíðina skal tyrlupallurin endaliga sýnast, og Trafikstyrelsen skal góðkenna hann.

Kostnaðurin av nýggja tyrlupallinum á Kirkju liggur
um tríggjar milliónur krónur.