- Tíðindi, mentan og ítróttur
Slættaberg bíðar eftir endaligari avgerð

Tað er í næstu viku, at Føroya rættur fer at avgera, um ídnaðarskipið Slættaberg úr
Klaksvík skal missa fiskiloyvið í fýra vikur soleiðis sum Fiskiveiðueftirlitið
avgjørdi týsdagin.

Reiðaríið hjá Slættabergi hevur kært avgerðina, tí tað heldur revsingina
vera alt ov harða.

Sambært advokatinum hjá Hanusi Hansen, reiðara, Óla Jákupi
Kristoffersen, kemur málið neyvan fyri í rættinum fyrr enn eina ferð í næstu
viku.

Tikin á fyrsta túrinum

Slættaberg var tikin á sínum fyrsta túri undir føroyskum flaggi.
Slættaberg og Næraberg samtrolaðu, men Næraberg fekk maskinbrek, og Slættaberg
boðaði frá, at hann fór inn at landa 165 tons av makreli, sum skipini høvdu
fingið.

Fiskiveiðueftirlitið kannaði lastina. Hon var 150 tons, men knappliga
triðingurin var sild. Loyvda hámarkið fyri hjáveiðu er 10 prosent.

Fiskiloyvi

Einasti háttur, Fiskiveiðueftirlitið hevur at revsa skip, sum hava ov
nógva hjáveiðu, er at taka fiskiloyvið frá teimum alt eftir, hvussu stór
hjáveiðan er.

Er hjáveiðan meira enn 25 prosent, missir skipið fiskiloyvið í fýra
vikur. Hjáveiðan hjá Slættabergi var 32 prosent.

Í útvarpinum mikukvøldið vísti reiðarin á, at Slættaberg fiskaði
ólógliga sild fyri 90.000 krónur. Men revsingin, mist fiskiloyvi í fýra vikur,
kann lættliga kosta skipinum 20 til 25 milliónir krónur í mistari inntøku.

Hørð revsing

Slættaberg hevur eisini loyvi at virka
sum móttøkuskip, og tað loyvið misti skipið ikki.