- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sýriski sendiharrin í Irak lopin frá

- Eg boði hervið frá, at eg eri farin upp í kollveltingina hjá sýriska fólkinum, sigur Nawaf al-Fares í eini sjónbandaupptøku, sum í gjárkvøldið var at síggja á facebook.

Nawaf al-Fares heitir samstundis á sínar landsmenn um at fara upp í stríðið ímóti sitandi stjórn, sum hann skýrir eina sanna marru, sum hevur oyðilagt Sýrialand í nógv ár.

Fyrsti týðandi sendiharrin

Fares er tann fyrsti týðandi sendiharrin, sum hevur vent Assad, forseta, bakið, og er farin í part við andstøðuni í landinum.

Andstøðan í Sýria heldur avgerðina hjá sendiharranum byggja á ógvusligu framferðina hjá myndugleikunum ímóti fólkinum í landinum.

Sagt verður, at Fares hevur tætt tilknýti til sýrisku fregnartænastuna. Hann hevur búð í Deir al-Zor, sum hevur verið fyri ógvusligum álopum frá trygdardeildunum.

Mannarættindafelsgakspir vilja vera við, at 17.000 fólk hava latið lív í Sýrialandi, síðani uppreisturin byrjaði í mars mánað í fjør.