Altjóða samfelagið góðtekur ikki valúrslit á Krim

Altjóða samfelagið góðtekur ikki valúrslit á Krim
Ein stórur meiriluti av veljarunum á hálvoynni Krim valdu í gjár loysing á fólkaatkvøðuni á hálvoynni. Altjóða samfelagið er í iva um valúrslitið
95,5 prosent av íbúgvunum á Krim valdu loysing og fara nú at søkja um at gerast partur av Russlandi. Altjóða samfelagið er í iva um valúrslitið
Mynd: Google Earth

17.03.2014 - 08:23

Tá helvtin av øllum atkvøðunum vóru taldar upp, høvdu 95,5 prosent valt loysingina. Hálvoyggin fer nú at søkja um at blíva upptikin sum partur av Russlandi.

Hvørki stjórnarvaldið í Kiev, ella vesturheimurin góðtekur tó valúrslitið, skrivar tíðindastovan Reuters.

- Fólkaatkvøðan er í stríð við ukrainsku grundlógina, segði eitt talsfólk fyri Hvíta húsið eftir valið sunnudagin.

Vilja ikki góðtaka valúrslit

- Altjóða samfelagið fer ikki at góðtaka eitt valúrslit, frá einum vali, sum verður hildið í skugganum av hóttanum frá russiska herinum, og við eina hernaðarligari innrás, sum er í stríð við altjóða lóggávu, segði talsfólki.

Lokalu myndugleikarnir á hálvoynni fara væntandi at lýsa hálvoynna sjálvstøðuga og leysa av Ukraina longu í dag.

Bæði ES og USA hava hótt við tiltøkum, og væntandi verða tiltøkini viðgjørd bæði í Brússel og í Washington í dag og í morgin og møguliga sett í verk fyrsta dagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Vikuskiftið 23 januar 2026
203158
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979