Video: Jarðskjálvti órógvar tíðindasending
Video: Jarðskjálvti órógvar tíðindasending
Ein jarðskjálvti, ið mátaði 4,4 á Richter-stiganum, rakti í morgun Los Angeles. Beinleiðis tíðindasending í sjónvarpinum gekk ikki heilt sum ætlað
Ein beinleiðis tíðindasending á sjónvarpsrásini KTLA5 varð mánamorgunin órógvað, tá ein jarðskjálvti rakti Los Angeles, samstundis sum tíðindini vórðu send
Mynd: KTLA5  
17.03.2014 - 15:17
Klokkan var 6:25 í morgun, tá ein jarðskjálvti, ið mátaði 4,4 á Richter-stiganum, rakti Los Angeles. Miðdepilin fyri jarðskjálvtan var í Sherman Oaks, skamt frá miðbýnum í Los Angeles.
Júst tá var eisini beinleiðis tíðindasending á skránni hjá sjónvarpsstøðini <a href="http://ktla.com/2014/03/17/magnitude-4-4-quake-shakes-l-a-area/#axzz2wEV... target="_blank">KTLA5, ið loypti hvøkk á teir báðar sjónvarpsvertirnar í sjónvarpsstovuni og sendi teir undir borðið.
Video: Her órógvar jarðskjálvti beinleiðis tíðindasending
Eingin fekk stórvegis skaða, tá jarðskjálvtin rakti Los Angeles tíðliga í morgun, lokala tíð. Heldur ikki er boðað frá stórvegis materiellum skaðum, skrivar <a href="http://www.latimes.com/local/lanow/la-me-ln-earthquake-strikes-los-angel... target="_blank">Los Angeles Times.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. juli
RagnarRokk: Erica Stoltz um Heat Lightning
194126
Fríggjadag 18. juli
Morgunlestur fríggjadagur 18.juli 2025
194089
Hósdag 17. juli
Morgunlestur hósdagur 17.juli 2025
194088
Mikudag 16. juli
Vit nerta við vaksin og skermar
194561
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. juli
Lívia Mattos í løtuni á G!
194633
Hósdag 17. juli
Benjamin Rajani & Jónas Gaard á G!
194619
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514