Deyðadómar elva til ófrið í Kairo

Deyðadómar elva til ófrið í Kairo
Ófriður valdar í Kairo í dag, eftir at fleiri enn 500 fólk í gjár vórðu dømd til avrætting
Nógv mótmæli eru í egyptiska høvuðsstaðnum í dag, eftir at hundraðtals fólk í gjár vórðu dømd til deyða
Mynd: AP  
 
25.03.2014 - 15:50

Ófriður er í gøtunum í Kairo í dag, eftir at yvir 500 viðhaldsfólk hjá frákoyrda forsetanum Mohamed Mursi í gjár vórðu dømd til deyða.

Politiið brúkti táragass fyri at spjaða mótmælisfólkini, sum eru limir í Muslimska Brøðralagnum. 
 
Ein mannarættindatalsmaður fyri ST, Rupert Coville, sigur, at deyðadómarnir eru brot á mannarættindini.

- Tað er óhoyrt í nýggjari søgu, at so nógv fólk eru deyðadømd, sigur hann sambært Reuters.

Verjuadvokatar sigar, at teir fara at krevja, at dómarin verður frákoyrdur.

Fjølmiðlar í Egyptalandi siga, at dómarin, Said Yusef Sabry, er tiltikin fyri at hava dømt harðar dómar í fleiri ár. Millum annað hevur hann dømt ein mann 30-ára fongsulsrevsing fyri at hava stolið kjólar í einum kjólahandli.

Tey 529, sum eru dømd til deyða, eru millum annað funnin sek í at hava dripið ein løgreglumann og fyri at hava gjørt seg inn á politiið, skriva Ritzau og Reuters

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763