Fútin bíðar eftir Sjóvinnustýrinum

Fútin bíðar eftir Sjóvinnustýrinum
Sambært Sjóvinnustýrinum sleppur Anita ikki at loysa, fyrr enn trygdarvenjingar hava verið umborð
Annar stýrimaður, sum varð avhoyrdur í gjár, segði, at eingin brandvenjing var á Anitu teir níggju mánaðirnar, hann sigldi við skipinum
Mynd: Jógvan Eli Dam  
 
25.03.2014 - 17:51

Hjá fútanum bíða tey nú eftir at fáa úrskriftirnar úr rættarbókini hjá Føroya rætti, nú fimm av monnununum, sum vóru við garnaskipinum Anitu, eru avhoyrdir sum vitni.

Fútin sendir síðani Sjóvinnustýrinum málið fyri at vita, um Sjóvinnustýrið heldur, at okkurt revsivert er hent, sum ákæruvaldið eigur at fara í rættin við.

Talan kann til dømis vera um brot á mynstringarlógina ella lógina um trygd á sjónum.

Sambært Sjóvinnustýrinum sleppur Anita ikki at loysa, fyrr enn trygdarvenjingar hava verið umborð. 

Trygdarvenjingar vóru, tá Anita kom inn. Men nú er øll manningin, uttan skipararnir, farin í land og av landinum. 

Annar stýrimaður, sum varð avhoyrdur í gjár, segði, at eingin brandvenjing var á Anitu teir níggju mánaðirnar, hann sigldi við skipinum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375