- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pengar mugu framskundast til Marknagil

Landsverk sigur, at brúk verður fyri, at játtanin til skúlan verður býtt øðrvísi millum árini, enn lagt er upp til. Ætlanin er, at Marknagilsdepilin skal verða klárur at taka í nýtslu við skúlaársbyrjan á sumri í 2016. Men hetta sama árið standa 168 millliónir til byggingina, og tað er ov seint, heldur Landsverk. Brúk verður fyri einum stórum parti av pengunum árið fyri.
Landsverk hevur gjørt vart við støðuna og hevur boðað Mentamálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum frá, at brúk verður fyri millum 90 og 100 av teimum 168 milliónunum longu komandi ár. Verða pengarnir ikki tøkir fyrr enn í 2016, er vandi fyri, at tað kann seinka byggingini soleiðis, at tað IKKI ber til at taka skúlan í nýtslu fyrr enn í 2017, sigur Landsverk.






















