Barna- og ungdómsbókafestivalur um vikuskiftið

Barna- og ungdómsbókafestivalur um vikuskiftið
Leygardagin 5. apríl verður endabrestur í Norðurlandahúsinum, har vitjandi kunnu hoyra ævintýr, gera sína egnu bók og gera talgild bókaummæli
Leygardagin kunnu vitjandi kunnu hoyra ævintýr, gera sína egnu bók og gera talgild bókaummæli í Norðurlandahúsinum
Mynd: nlh.fo

04.04.2014 - 14:35

Leygardagin 5. apríl verður endabrestur í Norðurlandahúsinum, har rithøvundar eisini verða við. Møguleiki verður at hoyra ævintýr eftir Jakob Jakobsen, gera sína egnu bók, gera talgild bókaummæli og nógv, nógv annað, boðar Norðurlandahúsið frá.

Sámal Blak hevur gjørt eitt bókaunivers, har til ber at ganga runt millum verur úr føroyskum barnabókum, sum eru komnar út í tíðarskeiðnum 2008-13. Bókauniversið stendur uppi í Skálanum í Norðurlandahúsinum til umleið 10. apríl.

Í fyrireikingarbólkinum, sum hevur arbeitt við hesum, eru umboð úr Bókadeild Føroya Lærarafelags, Tjóðpalli Føroya, Býarbókasavninum, Rithøvundafelagnum, Norðurlandahúsinum og Námi.

Kelda: nlh.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373