»Eg hugsi um vandan at fara upp á Mount Everest«

»Eg hugsi um vandan at fara upp á Mount Everest«
- Eg hevði logið, um eg ikki havi hugsað, at eg ikki komi væl frá tí, sigur Arne Vatnhamar, ið ætlar at verða fyrsti føroyingur á Mount Everest
Hósdagin byrjar ferðin hjá Arna Vatnhamar, ið ætlar sær at verða fyrsti føroyingur, ið stendur á toppinum á heimsins hægsta fjalli, Mount Everest. Her er hann avmyndaður á einum øðrum túri
Mynd: Privat mynd

06.04.2014 - 16:38

- Um tankin, at eg ikki komi heilskapaður aftur fyllir ov nógv, kundi eg tað sama latið vera við at fara. Eg má fyrireika meg uppá, at eg komi aftur, sigur Arne Vatnhamar við útvarpið.

Í løtuni situr hann heitt og fjálgt umborð á Qatar Airways QR160-flogfarinum við kós móti Kathmandu, har hann væntandi kemur klokkan 11:55 lokala tíð mánamorgunin.

Men, komandi vikurnar verða tó alt annað enn heitar og fjálgar fyri Arna Vatnhamar. Hann ætlar sær at verða fyrsti føroyingur, ið røkkur tindin á heimsins hægsta fjalli, har kuldin kemur niður í 40 kuldastig.

Ætlar at Merki skal veittra á Mount Everest

Samstundis sum 3.000 fólk hava eydnast upp á tindin á heimsins hægsta fjalli, er tað eisini ein sannroynd, at fleiri enn 200 fólk hava latið lív í royndini at koma sær upp á heimsins hægsta fjall. Hetta fær ikki Arna Vatnhamar at setast aftur.

- Eg havi verið og keypt mær eitt lítið Merki, sum eg gleði meg til at kunna veittra við og taka mynd av, tá eg standi á toppinum á Mount Everest, sigur Arne Vatnhamar í samrøðu við útvarpið.

Hósdagin, eftir tríggjar nætur á hotelli í Kathmandu, byrjar sjálv ferðin hjá Arna Vatnhamar upp á Mount Everest. Tú kanst fylgja ferðini hjá Arna Vatnhamar her: Vatnhamar Adventures (letur upp í nýggjum kaga)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439