Javnstøðulógin verður ikki broytt

Javnstøðulógin verður ikki broytt
Landsstýrið velur, so frægt sum tað kann, eins nógvar kvinnur og menn í nevndirnar í almennum partafeløgum, heldur meirilutin í Vinnunevndini
 
09.04.2014 - 10:31

Landsstýrið velur, so frægt sum tað kann, eins nógvar kvinnur og menn í nevndirnar í partafeløgum, sum tað almenna eigur.

Tí er óneyðugt at broyta javnstøðulógina, heldur meirilutin í Vinnunevndini hjá løgtinginum.

Meirilutin mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi um at broyta javnstøðulógina, so hon eisini fer at umfata almennu partafeløgini.

Meirilutin, nevndarlimirnir hjá samgonguni, siga, at samgongan strembar eftir at velja líka nógvar kvinnur og menn í nevndirnar í partafeløgunum hjá landinum.

Men enn er ikki komið á mál við tí, viðgongur meirilutin.

Umboðini hjá andstøðuni í Vinnunevndini, tey eru úr Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkinum, siga, at yvirlitið yvir nevndarlimir, sum landsstýrisfólkini velja, vísir púra greitt, at tey gera sær ikki nóg stóran ómak at finna væl skikkað fólk av báðum kynum í nevndirnar.

Tí er neyðugt at broyta lógina, sigur minnilutin í Vinnunevndini.

Hetta er triðja royndin at fáa løgtingið at víðka javnstøðulógina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572