Eingin eftirmeting av útveiting

Eingin eftirmeting av útveiting
Vinnumálaráðið hevur eftir øllum at døma onga hóming av, hvussu tað hevur lukkast at útveita tænastur higartil
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl, boðaði herfyri frá, at hann fer at slóða fyri, at fleiri tænastur hjá Strandferðsluni skulu veitast út til privat at reka
 
18.04.2014 - 13:54

Hóast Vinnumálaráðið seinastu árini hevur veitt fleiri tænastur út til privat at reka, eru ongar eftirmetingar gjørdar av, hvussu hendan útveitingin hevur riggað. Í øllum førum fyriliggja ongar skrivligar eftirmetingar um útveitingina.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl, boðaði herfyri frá, at hann fer at slóða fyri, at fleiri tænastur hjá Strandferðsluni skulu veitast út til privat at reka. Hann hevur lagt eitt uppskot fyri løgtingið, sum skulu gera tað møguligt at útveita Strandferðsluna. Hetta uppskotið liggur í løtuni í Vinnunevndini.

Tá ein tænasta verður útveitt, merkir tað, at tað almenna rindar privatum fyritøkum eina ávísa upphædd fyri at røkja eina ávísa uppgávu.

Onga hóming

Men Vinnumálaráðið hevur eftir øllum at døma onga hóming av, hvussu tað hevur lukkast at útveita tænastur higartil. Tí ongar eftirmetingar eru gjørdar, sum siga nakað um, hvørt tænasturnar eru vorðnar bíligari, betri og so framvegis.

Kringvarpið hevur spurt Vinnumálaráðið, hvørjar eftirmetingar eru gjørdar av royndunum, sum higartil eru gjørdar við útveiting og privatisering av tænastum innan samferðslu. Til dømis Farmaleiðir, Bygdaleiðir, Mykinesleiðin og tyrluflúgvingin til útoyggjar. Vit vildu vita, hvat eftirmetingarnar hava víst, og um tænasturnar eru vorðnar bíligari at reka.

Men í Vinnumálaráðnum hava tey ongar eftirmetingar av útveitingini. Í øllum førum er svarið upp á fyrispurningin, at "Vinnumálaráðið hevur onki skrivligt tilfar um eftirmetingar". Sostatt hevur løgtingið ongar eftirmetingar at stuðla seg til, tá tað í næstum skal taka støðu til, um tænasturnar hjá Strandferðsluni skulu útveitast.

Tað hevur ikki eydnast at fáa orðið á landsstýrismannin í Vinnumálum, Jóhan Dahl, í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449